Kom og dansa á OFF15

Tórshavn Andrias Høgenni Film
komogdansa1

Halló!

Trýst á knøttin ovast til høgru, um tit hava hug at stuðla okkum fíggjarliga!

—–

Nú hava tit møguleika fyri at stuðla eina nýggja føroyska stuttfilmsverkæltan! Vit eru næstan komin á mál við hesum lítla skemtifilminum, og tí sóknast vit eftir tí síðsta stuðlinum, so at “Kom og dansa” er klárur til sína frumsýning á ODENSE INTERNATIONAL FILM FESTIVAL 2015.

Upptøkurnar eru lidnar, og síðani tá hava vit sum best roynt at gjørt filmin lidnan, og enntá haft fleiri test-sýningar. M.a. til Geytan 2014 har vit fingu fleiri góð ummælir:

RØDDIN: ★★★★★
“Ein serstakliga stuttlig og vælspæld søga.” – Martin N. Simonsen

LISTAPORTAL: “Skeldaríið millum tær báðar – “ta feitu, sum feykar” og “handikapphoruna”, er ordiliga stuttligt m.a. við einari senu, sum minnir um ta kendu feykaðu orgasmusenuna hjá Meg Reilly í When Harry met Sally”” – Kinna Poulsen

VARÐIN: ★★★★ – Agnar Artúvertin

Men fyri stuttum síðani fingu vit ein email úr Odense… “Kom og dansa” er úttikin til donsku høvuðskappingina hjá Odense International Film Festival 2015! … Tíverri so er filmurin ikki liðugur enn og allar kreftir verða settar inn fyri at fáa filmin lidnan til tíðina.

Tí sóknast vit nú eftir tí síðstu fíggingini, so at vit kunnu gera filmin lidnan. Við tykkara hjálp royna vit at crowdfunda til m.a.:

  • Ljóðviðgerð
  • Litviðgerð
  • Enskar undirtekstir
  • Tónleik
  • Digitalar effektir
  • Víðari festivalsútbreiðslu

Men hvørji eru við á filmsliðinum?

Sjónleikarir:
Malan: Mariann Hansen
Lív Samuelsen: Sóley Danielsen
Kári: Torkil Tórgarð

Crew:
Leikstjóri: Andrias Høgenni
Fotografur: Jónfinn Stenberg
Ljóð og Post-framleiðsla: Kenneth Jørgensen
Framleiðsla: Tjóðhild Patursson & Anita Hermansen
Ljós: Rógvi Rasmussen
Scriptari: Julia í Kálvalíð
Runnarir: Svanna Christiansen & Magnus Høgenni
Dolly Transport: Hilmar Høgenni

Afsluttet
Støt med andet

Incitamenter

Vi bruger cookies!

Her på sitet bruger vi cookies i forbindelse med bl.a. trafikmåling, for at kunne udvikle bedre og mere målrettede brugeroplevelser.

Ved at benytte sitet accepterer du brugen af cookies.

Læs mere om cookies her.

Accepter Forlad sitet